BirkBloggur: Lokaliseringsteori er ikki sum at siga tað, og tó. Her í Gøtu koyra fýratúsund bilar fram við um dagin og tíggjutúsund fólk kunnu náast við eini nýggjari tænastu.
Upplandið er stórt og gávumilt og rávørurnar tróta ikki.
Vit eru millum tvey saltfiskavirki, her eru pelagisk virki, sildavirki og bøndur, fyri ikki um at tala høvdavirkið hjá Eiriki á Húsamørk, sum hevur blást nýtt lív í handilin hjá abbanum Haldor, her posthús, banki og tríggjar skúlastovur hava verið beint við gjónna við Gøtugjógv.
Tað er myrkt, so sýnið út á Gøtuvík má bíða til eina aðru ferð. Eirikur hevur ætlanir um at hava matstovu í øllum húsunum, við balkong og fríum sýni yvir víkina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo