Fríggjadagin 18. november kl 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Kára Svensson upp í Galerie Focus.
Framsýningin verður opin til 1. desember, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.
”Kári Svensson málar landslagið, menniskju og djór. Hann er ikki smæðin at vísa, hvussu vøkur og stórsligin náttúran er, har náttúran setur dagskránna meginpartin av árinum, menniskju sum eru á veg ella menniskju sum steðga á og eygleiða. Djórini koma til sjóndar í verkunum eins og menniskjuni í eini tilverudimensión. Kári Svensson er ein tilvitaður og virkin málari, sum leggur dent á at vera seg sjálvur og sjónlig er gleðin í tí at mála.” Inger Smærum Sørensen. Livandi list 2008
“Fyri Kára Svensson er tað ikki bara ein landslagsmálningur og ein endurgeving av tí sum eygað sær. Tað er sansan, eitt kenslusemi og ein víkinga-frummegi, sum livir og andar í júst hesi løtu. Hann sansar landslagið og setur tað á lørifti, sum egin fatan av landslagnum. Tá hann málar, fer lisstamaðurin í honum til síðis og pláss gerst fyri tí reinu og fullfíggjaðu sjón og kenslu av menniskjunar veran og eksistensi menniskjans. Estetikkurin er í sansa centrinum, og kann tí ikki røkkast við skili. Ein skal vera føroyingur og liva á okkara vøkru oyggjum í Atlantarhavinum, fyri verðuliga í sínum innasta, at kunna fata tað sum Kári Svensson følir og upplivir sum ein løtu affektión. Men hendan frástøðan í mentan og náttúru er jú djúpt hugtakandi og púra uttan mótstøðu, ein yvirgevur seg uttan yvirtalilsi.” Kirsten-Marie Hedeland, Kunstanmelder
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo