Harry Kane frá Tottenham Hotspur er nú leikarin, sum hevur skotið flest Premier League mál í einum kalendaraári.
Við teimum báðum málunum, hann skjeyt í dag í 1. hálvleiki ímóti Southampton á Wembley (tað er nú hálvleikur í dystinum, red), hevur hann tikið metið hjá Alan Shearer frá 1995.
Harry Kane hevur nú skotið 38 Premier League mál í 2017, meðan Alan Shearer í sínari tíð skjeyt 36 Premier League mál í 1995.
Við teimum báðum málunum í dag hevur Harry Kane nú eisini skotið flest mál í teimum stóru evropeisku landskappingunum í ár.
Frammanundan dystinum í dag hevði hann skotið 53 mál, meðan Lionel Messi hevði skotið 54 mál, men er Kane við málunum í dag komin uppá 55 mál, og er hann harvið farin fram um argentinska gandakallin á toppskoraralistanum í Evropa.
Hann hevur enn 45 minuttir eftir til at fáa enn fleiri mál.
Tottenham er á odda 2-0 í hálvleikinum ímóti Southampton.
Dagføring: Tottenham vann dystin 5-2. Harry Kane fekk eitt mál aftrat í dystinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo