Spurs framherjin Harry Kane verður væntandi ikki klárur aftur fyrr enn í fyrsta lagi mars.
Hann fekk eina fipurspreinging í dystinum ímóti Southampton nýggjársdag, og sambært nýggjastu prognosini má hann sita uttanfyri í øllum førum tveir mánaðir.
Hetta skrivar The Guardian.
Tottenham tapti 1-0 ímóti Southampton og liggur í løtuni á einum 6. plássi í Premier League, seks stig frá 4. plássinum sum gevur atgongd til Champions League fótbólt næsta kappingarár.
Spurs skal á vitjan hjá Middlesbrough í morgin í 3. umfari í FA Cup.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo