Visit Runavík: Saman við jólamonnunum gongur leiðin frá havnalagnum niðan til Jólabýlingin við Løkin, har stóra jólatræið stendur. Økið er prýtt við perum og smáu jólasmátturnar fortelja hvør sína søgu. Ein pallur er uppsettur nærhendis har jólamennirnir og nissugenturnar fara at framføra. Umframt kakao og bollar bjóða jólamennirnir eisini okkurt gott til børnini.
Fyrisreikarnir vísa á, at fleiri parkeringspláss eru í økinum nærhendis, men av tí at eitt stórt tiltak er í Løkshøll, verða helst ongi tøk parkeringspláss við skúlan.
Sí mynd niðanfyri sum vísir, hvar møguleiki er at parkera.
Flestu handlar í Runavíkarøkinum hava opið til kl. 20.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo