Aftur í ár eru vøkru og hugnaligu gróthúsini niðri við Vatn jólaprýdd. Tað eru Betri og ítrótturin í Miðvági, sum hava tikið stig til at prýða jólasmátturnar. Talan er um eina siðvenju, sum hevur verið seinastu árini.
- Endamálið er at skapa jólahýr og geva eina heimliga heilsan til øll, sum koyra ella flúgva framvið. Saman við Nykinum geva jólaprýddu gróthúsini ljós í hesi myrku tíð, sigur Betri í tíðindaskrivi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo