Ebenezer: Tað er okkum ein stór gleði, aftur at kunna bjóða inn til jólakonsert, eftir at tað ikki hevur verið møguligt seinastu árini. Tað verður næsta leygardag, 17. desembur, at áhugaverd jólakonsert verður í Ebenezer. Talan er um trý tiltøk.
Kl. 16.00 syngja barnakórini í samkomuni á Ebenezertrappuni.
Kl. 17.00 Er stóra jólakonsertin við Ebenezerkórinum, Regini Guttesen, Mariu á Lakjuni og Sigrun av Reyni.
Eftir konsertina uml. kl. 18.30 er opið hús í Ebenezer.
Vit vóna at síggja nógv fólk, bæði til konsertina og at nógv støkka inn á gólvið til ein kaffimunn og jólahugna eftir konsertina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo