Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður nógvur vindur, uppí skrið ella storm í hvirlunum, ættin verður eystan, tað verður nógv lýggjari, uppí 7-8 stig, tað verður samregn allan dagin men um middagsleitið minkar vindurin nakað.

Týsdagin heldur fram at regna, men kanska ikki so illa, tað verður framvegis væl lýggjari enn frostmarkið, kanska eini 7-8 stig, hann makar vindin niður í ein strúk av landsynningi.

Mikudagin regnar til middagsleitið, ættin verður eystan, lot til frískan vind, men seinnapartin uppí skrið, hitin um eini seks stig men ímóti kvøldi verður kaldari, niður í trý stig.

Hósdagin kølnar sum frálíður aftur niður ímóti frostmarkinum, uppí strúk í vindi av landnyrðingi, turt og onkur sólglotti.

Tollaksmessudag, lot uppí friskan vind av landnyrðingi, hitin um frostmarkið, skýggjað men eisini løtur við sól, yvirhøvur turt.

Næsta vikuskifti, jólaaftan og jóladag, er góður møguleiki fyri at tað fer at kava, tað verður vesturhall høgætt, uppí ein strúk jólaaftan men jóladag makar hann vindin, mesta avfallið jólaaftan og hitin beint undir frostmarkinum báðar dagarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo