Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ímeðan limir í arbeiðarafeløgunum, starvsfólk hjá Posta, tey sum arbeiða í handli og mong onnur eiga heilan frídag jólaaftan, so er tað sama ikki galdandi fyri handverkarar. Hjá teimum er jólaaftan hálvur frídagur.

Vinnuhúsið hevur sent út kunning til sínar limir, nú jólini nærkast, og har síggjast ásetingarnar um frídagar.

Summir frídagar eru ásettir við lóg sum heilir frídagar, eitt nú jóla- og nýggjársdagur, annars er tað ásetingarnar í ymsu sáttmálunum ímillum arbeiðsgevararnar og -takararnar, sum eru galdandi.

Nýggjársaftan er heilur frídagur hjá næstan øllum. Tó eiga tey sum starvast á skrivstovu ella í handli, limirnir í Samverki, bara hálvan frídag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo