Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Barnabati: Nú stundar til jóla, og børn og vaksin gleða seg til ársins hugnaligastu tíð. Samstundis vita vit, at hvørt ár eru fleiri børn, sum saman við familjum sínum stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman. Ábendingar eru um, at árið í ár ikki verður nakað undantak - heldur tvørturímóti. 

Men uttan peningaligan stuðul til jólahjálpina ber ikki til hjá Barnabata at veita eina peningaliga gávu. Seinastu árini hevur jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata - Í Menniskjum Góður Tokki - fingið ein sera týðandi leiklut fyri jólahjálpina, sum saman við sera gávumildum átøkum frá einstaklingum, feløgum, skúlum og fyritøkum, hevur verið við til at hjálpa 550 børnum og familjum teirra - bara í 2021. Hetta barnatal hevur ligið á nøkulunda sama støði seinastu seks árini.

Á konsertini verður fjølbroyttur tónleikur, samrøður og prát. Tey, ið framføra í ár, eru: Barnakórið NOVA, Guðrun Sólja við kóri, Olvheðin Jakobsen, Sway, Høgni Lisberg, Son of Fortune og Sámal Ravnsfjall, Xperiment, Ung Stjørnuskot, Birita Adela, Vestmenn og Morgunkórið.

Til ber at stuðla átakinum við at fara inn á heimasíðuna hjá Barnabata.fo og kunna seg um stuðulsmøguleikarnar, bæði sum privatpersónur men eisini sum fyritøka. Allur stuðul fer til at hjálpa føroyskum børnum og familjum teirra, ið liva í fátækraváða.

Konsertin endar sum vant við felagssangi, har øll syngja við. Vit ynskja øllum eitt gott konsertkvøld, sum kann njótast framman fyri sjónvarpsskíggjanum heima ella í Vesturkirkjuni, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Latið verður upp fyri umsóknarblaðnum til ársins jólahjálp sama dag kl. 12 tann 1. desember á heimasíðuni barnabati.fo. Freistin at søkja er úti á middegi tann 8. desember.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo