Um Russland boykottar innflutning av fiskavørum úr Føroyum, so fer tað at merkjast, sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, við dr.dk sum ger nógv burturúr samstarvinum ímillum Føroyar og Russland sum er farið at rilla.
Miðlin hevur roynt at fingið eina viðmerking frá russiska sendiharranum í Danmark, men tað hevur ikki borið til.
Heldur ikki Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur vilja gjørt viðmerkingar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo