Bretski sjóneikarin og íspegilin John Cleese fyllir 85 ár í dag.
John Cleese verður av mongum hildin at vera ein tann besti og skemtiligasti bretski sjónleikarin, eitt nú tá hann spældi við røðini Rok á Gistingarhúsinum og Monty Pythons Flying Cirkus.
Hóast hann er komin væl til árs sigur John Cleese framvegis sína hugsan um ymisk viðurskifti, eitt nú bretska tilflytarapolitikkin, og tað hevur fingið fleiri at kalla hann rasist. Hann var millum ídnastu forsprákarar fyri Brexit, men flutti sjálvur til karibisku oynna Nevis. Eisini uppundir amerikanska valið hevur hann sagt sína hugsan, og tað er lítið at ivast í, at hann so ikki heldur við Trumpinum.
John Cleese hevur verið giftur fýra ferðir, og hann eigur tvær døtur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo