Við sóma gekk hann fram í øllum lutum
og drakk sær styrk í málsins urtagarði,
tí heilsast hann av Hellas fornu gudum
og stendur fyri okkum sum ein varði.
Her valdsins harrar kvøða síni kvæði
um svørð og skjøldrar syngjandi á vali;
teir varpa burt hvønn lívsneista í bræði
og sessast í tí veitsluskrýdda sali.
So leingi blómar bøur, grønkar hagi
og havsins aldur siga sínar søgur,
og vónin er hitt evsta fagra fræið,
hann hevjar millum stjørnurnar sítt høvur.
Alexandur Kristiansen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo