Jógvan Arge gevst í føstum starvi í Kringvarpi Føroya, tá hesin mánaðin er av.
Fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum starvsfólki er sum høvuðsregla 70 ár, og nú Jógvan Arge hevur rokkið teimum sjeyti árunum, heldur hansara fasta starvsetan uppat. Kortini verður eyðkenda røddin at hoyra í framtíðini, tí partarnir hava avtalað, at Jógvan heldur fram við sendingum sínum. Jógvan Arge byrjaði á stovninum 1. januar 1970.
Í sambandi við at Jógvan Arge gevst í føstum starvi, verður skipað fyri almennari móttøku í Sortudíki í morgin 23. juni kl. 15:00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo