Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Við tveimum málum í fyrsta dystinum, hevur Jørgen Nielsen fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið 2022 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Við tveimum málum í fyrsta dystinum, hevur Jørgen Nielsen fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið 2022 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Við tveimum málum í fyrsta dystinum, hevur Jørgen Nielsen fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið 2022 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Grein úr Fótbóltsblaðnum 2022

Tað glapp á stokkinum hjá runavíkingum farna kappingarár. Tá ið landskappingin endaði, høvdu teir koppað B36 í kappingini um fjórða plássið, og harvið varð evropeisk luttøka veruliga í eygsjón.

Men í finaluni um Løgmanssteypið nakrar vikur seinni, var tað júst B36, sum koppaði NSÍ, og tí gjørdist tað árstalsfelagið, sum fekk seinasta atgongumerki út í Evropa í ár.

Jørgen Nielsen dylur ikki fyri, at tað varð ein dyggur smeitur at missa evropeiska plássið í fjør, og tí er málsetningurin í ár eisini púra greiður.

– Tað var ein øgiliga keðiligur endi, og tað ger eisini, at man blívur meira svangur eftir at sleppa út aftur í Evropa, sigur hann.

Lokalt lið
Tað hevur verið nakað av frágongd í NSÍ undan hesum kappingarárinum. Báðir donsku leikararnir, Jacob Trenskow og Mikkel Jakobsen, eru farnir av landinum aftur, og so eru Tróndur Jensen og Jákup Jacobsen farnir heim aftur til ávikavíst HB og Skála. Ongin tilgongd hevur verið av leikarum.

– Tað er sjálvandi harmiligt at missa leikarar, men so má onkur annar bara traðka til. Tað eru nógvir, sum hava bíðað eftir møguleikanum. Eg eri sjálvur ein teirra, og eg vænti mær eisini meiri spælitíð í ár í mun til í fjør. Men so ræður eisini um at taka av møguleikanum, tá ið man fær hann, og tað ætli eg mær at gera, sigur Jørgen Nielsen.

Broytingarnar í hópinum hjá NSÍ hava við sær, at runavíkingar nú hava mest lokala liðið í deildini, men tað stúrir Jørgen Nielsen ikki fyri.

– Vit eru øgiliga lokalir í ár, men tað er eingin forðing. Vit hava nógvar góðar, lokalar leikarar. Vit skulu bara trúgva upp á egin evni, so skulu vit nokk sláa til. Tað eru nógvir ungir leikarar í hópinum, og hesir eru blivnir eitt ár eldri og hava fingið fleiri royndir, so eg dugi ikki at síggja, hví vit ikki skulu kunnu bjóða av í toppinum og vera við í kappingini um evropeiska luttøku. Tað ætla vit okkum undir øllum umstøðum, sigur Jørgen Nielsen.

Spennandi við nýggjum venjara
Undan hesum kappingarárinum hevur NSÍ tó fingið nýggjan høvuðsvenjara, og tað er ikki hvør sum helst, ið er komin til felagið við Løkin. Helst besti føroyski leikarin nakrantíð, Todi Jónsson, stendur við ábyrgdini í Runavík, og Jørgen Nielsen letur væl at nýggja venjaranum.

– Eg haldi, at hann er øgiliga spennandi. Vit hava í størst mun havt venjarar, sum sjálvir hava verið verjuleikarar, tá ið teir spældu. Nú hava vit ein gamlan áleypara, og tað merkir eitt nú, at vit venja nógv tær offensivu dygdirnar. Tað dámar mær sera væl, og so merkir man eisini, at hann hevur sera nógvar royndir frá yrkisfótbólti, sigur Jørgen Nielsen.

Droymir um yrkisleið uttanlands
Ungi NSÍ’arin var í fjør partur av føroyska U19-landsliðnum, men Jørgen Nielsen hevur eitt mál um at sleppa at royna seg á U21-landsliðnum í ár.

– Tað hevði verið øgiliga stuttligt. Í fjør slapp eg við U19-landsliðnum at royna meg móti Týsklandi, og tað var ein stór uppliving, sigur hann.

Sum so mangir aðrir ungir fótbóltsleikarar droymir Jørgen Nielsen eisini um at liva av fótbóltinum.

– Mín heilt persónligi málsetningur er at koma uttanlands og liva av fótbólti sum yrkisleikari, og so at koma á føroyska A-landsliðið. Men her og nú handlar tað fyrst og fremst um NSÍ og at fáa evropeiska plássið aftur, sigur Jørgen Nielsen at enda.

Fótbóltsblaðið 2022 fæst ókeypis á øllum EFFO-støðunum kring landið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo