Globe Tracker: Globe Tracker hevur sett Joel undir Leitinum sum stjóra. Hann tekur við eftir Rich Meyers, sum hevur verið stjóri seinasta hálvtannað árið. Rich fer aftur í sítt fyrrverandi starv sum rakstrarstjóri í felagnum.
Joel hevur verið partur av nevndini hjá Globe Tracker í fýra ár, har av tey síðstu tvey árini sum nevndarformaður. Joel kemur úr starvi sum stjóri í Posta, har hann hevur verið stjóri síðan 2011.
“Eg eri sera spentur um nýggju avbjóðingina. Globe Tracker hevur havt stigvísan vøkstur seinastu árini, og felagið er í dag førandi á marknaðinum innanfyri veitan av útgerð og forritum til sporing, eftirliti og stýring av køli- og frystibingjum. Eg gleði meg at arbeiða saman við Rich og øllum toyminum, og eg ætli mær at føra Globe Tracker enn longur fram á leið,” sigur Joel undir Leitinum.
Tað starvast 48 fólk í Globe Tracker, harav 18 í Føroyum. Globe Tracker hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og í Sarasota í Florida, umframt smærri skrivstovur í Reykjavík, Rotterdam, Hamburg, Singapore og Peru. Útgerðin verður framleidd á verksmiðjum í Danmark og í Kina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo