Í gjár og í dag hevur eitt flogfar hjá danska flogfelagnum, Jet Time, flogið fyri Atlantic Airways.
Flogfarið er av slagnum Boeing 737-300 og tekur 148 ferðafólk.
Jet Time er eitt flogfelag sum flýgur fastar charter flúgvingar og eisini ad hoc charter flúgvingar
Felagið er stovnað í 2006 og hevur høvuðssæti í Keypmannahavn. Stjóri í felagnum frá 2006 til 2016 var danin, Klaus Ren. Síðan januar 2016 hevur Teddy Zebitz verið stjóri í Jet Time.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo