Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Eysturkommuna: Í morgin, sunnudag 9. september, verður býráðshúsið karmur um eina forkunnuga jazzkonsert. Tað verður franska jazz-trio’in Michael Felderbaum 3Elements, ið vitjar í Føroyum og kemur at spæla konsert í býráðshúsinum í Norðragøtu. Konsertin byrjar kl. 17.00.

Trio’in hevur heimstað í París og er ein óvanlig ljóðføris-samanseting við gittara, saksofon og klaveri. Tað er ein ‘trialogur’ millum tríggjar evnaríkar og royndar tónleikarar, sum skara framúr í rútmu og improvisatión. Saksofonleikarin undirvísir í jazzi og improvisation á ymsum tónleikaháskúlum, klaverleikarin er ein av mest umbidnu í Fraklandi, og gittarleikarin skrivar stóran part av tónleikinum, sum bólkurin spælir.

Bólkurin spælir kompositiónir eftir Michael Felberbaum og nýggjar útsetingar av pop-løgum. Talan er um eina ‘kamar-jazz’ ljóðmynd – innilig, sansalig og rútmisk.

Konsertin er ókeypis og ein liður í at royna ymisk mentanartiltøk í nýggja prísvinnandi býráðshúsinum, ið við góðum akustikki eisini er vælegnað til tónleikaframførslur. Tað er Hanna Jensen, sum hevur fingið tiltakið í lag ígjøgnum síni sambond sum franskur konsul í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo