Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tá ið klokkan var nakrar minuttir í 9  í morgun, steymaðu næmingarnir á Miðnámi á Kambsdali inn í felagshøllina á skúlanum við tí fyri eyga – ella rættari oyra – at lurta eftir jazztónleiki.

Skúlin hevði nevnliga fingið vitjan av jazztrio úr Noregi, ið nevnir seg Bisquit Brothers. Teir eru komnir til Føroyar í samband við Vetrarjazz, og í morgun løgdu teir so leiðina inn á Kambsdal at spæla fyri næmingum og lærarum har.

Tónleikararnir í trio’ini eru føroyingurin Bárður Reinert Poulsen, ið spælir bass og normenninir Vegard Bjerkan á klaver og Simon Olderskog Albertsen á trummum. Teir hava kenst síðani teir saman gingu á konservatori’inum í Tróndheimi fyri árum síðani, og búgva nú í trimum ymiskum býum í Noreg og Danmark, men hittast av og á at spæla saman.

Tónleikurin, ið teir borðreiddu við fyri næmingunum í morgun vóru egin løg, og kanska kann mann siga, at genran var nokk so eksperimenterandi, og ikki júst tað, sum føroyskur ungdómur lurtar mest eftir. Men hetta var á sera høgum støði. Bárður greiddi eitt sindur frá um jazztónleik og hvussu týdningarmikið samskiftið millum tónleikararnar er, tá ið spælt verður. Ein tónleikari hevur eitt hugskot og sendir líkasum hetta víðari til hinar, sum so spinna meira uppá tað. Júst hetta var sera áhugavert bæði at hoyra og síggja.

Ein sera góð løta í skúlahøllini á Miðnámi á Kambsdali í morgun, og fagnaðurin var eisini stórur tá ið tónleikararnir takkaðu fyri seg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo