Í Andglettinum í ÚF í vikuni fekk Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, spurning um Miðflokkurin fór at stuðla einum samkyndum forsætisráðharra í Danmark.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, svaraði, at tað hevði ikki komið uppá tal.
Útvarpsverturin spurdi hann síðani, hví ikki, og svarar Jenis soleiðis: “At liva sum sokallaður homoseksuellur, tað er í stríð við tað grundlóg (her er talan um kristnu grundlógina, ikki løgfrøðiligu), sum eg sjálvur havi, og Miðflokkurin hevur, og sum eg haldi Føroyar eisini hava.”
Tað hevur skapt nógv kjak hesar seinastu dagarnar, og tað hevur m.a. havt við sær, at Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og rættvísisins hirði, hevur verið frammi og sagt at: “Vit krevja, at løgmaður, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin seta Jenis frá. Annars reisa vit misálit á løgtingi.”
Eisini hevur formaðurin í Javnaðarflokkinum verið úti við einum skrivi, har hann vísir á, at hann hevur sett løgmanni ein fyrispurning um, hvørt løgmaður er samdur við Jenisi.
Men sami Aksel hevur fleiri ferðir víst á, at Javnaðarflokkurin ikki vil í samgongu við Fólkaflokkin, og vil tað siga, at Javnaðarflokkurin við Akseli á odda útihýsir útvið fjórðinginum av teimum, ið greiddu atkvøðu til síðsta Løgtingsval.
Er tað í lagi, at Aksel og Javnaðarflokkurin útihýsa einum fjórðingi av Føroya fólki, og samstundis kann Jenis av Rana, formaður Miðfloksins (úttalaði seg ikki sum landsstýrimaður) ikki bestemma hvønn hann hevði valt til forsætisráðharra í Danmark?
Á síðsta Løgtingsvali fekk Fólkaflokkurin 8.298 atkvøður, sum Javnaðarflokkurin blankt útihýsir.
Jenis av Rana hevur bert útihýst einum manni á danatingi.
Javnaðarflokkurin er tískil 8.297 ferðir verri enn Jenis av Rana.
Jóhan Eli Poulsen
3. varðamaður Fólkafloksins á Tingi
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo