Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Jane Fonda (79) og Robert Redford (81) spæla saman í nýggjum Netflix-drama, «Our Souls at Night» og eru tveir grannar, hon einkja og hann einkjumaður, sum so gerast góð.

– Í «Berføtt í parkini» frá 1967 spældu vit tvey ung elskandi sum júst eru gift, og nú vísa vit eitt eldri par og teirra kærleika og kynslív, segði Fonda undir filmefestivalinum í Venesia í gjárkvøldið, og skundaði sær at leggja afturat:

– Men eftir mínari meining so kutar Ritesh kærleikssenurnar alt ov skjótt.

Fonda var ósmæðin tá ið hon tosaði við reportararnar á reyðu langmottuni í gjár, og báðar Hollywood-stjørnurnar vóru samdar um at tær elskaðu at sleppa at arbeiða saman aftur, sambært AP.

– Eg vildi sleppa at leika ein film saman við henni aftur áðrenn eg doyggi, segði Redford.

– Og eg vildi vita hvussu tað kendist at forelska seg í honum aftur, segði  Fonda, og legði afturat:

– Tað var spennandi at mussa hann tá ið eg var í 20-árunum og tað er pennandi at mussa hann aftur nú eg skjótt gerist 80.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo