Italski fótbóltsdómarin Daniele Orsato skal døma Champions League-finaluna sunnudagin millum Bayern München og PSG.
Tað upplýsur Europeiska Fótbóltssambandi (Uefa) í tíðindaskrivi.
Orsato hevur verið dómari á altjóða støði síðani 2010, og dysturin sunnudagin verður hansara fyrsta stóra finala sum dómari. Í 2019 var hann fjórðidómari í Europa League-finaluni, skrivar danska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo