Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað eru skjótt 3 ár, síðani russar eirindarleyst løgdu á Ukraina. Málið var at endurskapa sovjettisku landamørkini. Mannalív ongan týdning.

Í týningini av Ukraina verður einki spart. Náðileyst verða bygdir og býir løgd í oyði. Milliónir eru flýdd og tíggjutúsindir børn og ung eru stolin og tvingsilsflutt inn í Russland.

Í sjónarringinum sæst sama lagna raka Baltisku londini, verða russar ikki steðgaðir í Ukraina.

Ætlanin hjá Putin við snarálopinum á Ukraina 22. februar 2022 misseydnaðist. Innrásin gjørdist ein skomm fyri Putin og hansarar harkalið. Teir góvust kortini ikki á hondum. Hjálp var neyðug og undan kavi komu ódámligar alliansur.

Russar fáa nú beinleiðis hjálp frá hopdrápsmanninum Kim Jung Un, prestastýrinum í Iran, kinesarum og øðrum javnlíkum. Nú hoyrist, at fleiri bataljónir av hermonnum eru á veg frá Norðurkorea til hermótið í Ukraina.

Bakkar eru Bashar al-Assad, Ramzan Kadyrov og aðrir despotar, sum stuðla russum í lemjandi krígnum í Ukraina.

Terrorálopið og hópmorð
7. oktober 2023 framdi Hamas ræðuliga terrorálopið inn í Suðurísrael, har fleiri enn 1200 fólk vórðu myrd, kvinnur hópneyðtiknar, bróstini skorin av mongum, meðan tær enn vóru á lívi og um 250 gíslar tiknir inn í Gaza.

Kortini ikki eitt mótmælisorð frá altjóða kvinnurørslum ella MeToo um ræðuligu brotsverkini móti ísrelsku kvinnunum.

Øll skemdargerðin fyrireikað í minstu smálutir av sjefstrateginum og slaktaranum úr Younis, Yahya Sinwar, sum varð dripin hósdagin.

Yvirgangskropparnir høvdu upptøkutól við sær, eins og teir høvdu uppi á sær skrivligar vegleiðingar um dráp, neyðtøkur og illgerðirnar.

Leiðslan í Hamas visti væl, at terrorálopið fór at fáa vanlukkuligar fylgjur fyri fólkið í Gaza, sum Hamas við harðari hond hevði havt valdið á síðani 2006.

Men tað hevur einki at siga fyri terrorfelagsskapin. Tvørturímóti, mannalív hava als ongan týdning. Hamas eru feikir og kynsleysir og hava fult tilvitað skipað sína verju undir og í skúlum, sjúkrahúsum, røktarheimum, dagstovnum, húsablokkum, hjálparfelagskapum, handilsmiðstøðum og allastaðni millum sivil, umframt minst 400 km av tunlum undir øllum Gaza. Kann skoytast uppí, at ST-felagsskapurin UNWRA eisini hevur stuðlað Hamas opinlýst.

Tá Ísrael svaraði aftur viku seinni var alt propaganda-settuppið til reiðar. Palæstinensar vóru offur, Hamas vóru hetjurnar. Øll kunning um krígsgongdina hevur síðani verið orkestrerað av Hamas. Talið av deyðum og særdum, myndir, og frásagnir – alt er farið gjøgnum propagandasoldið hjá Hamas.

Í mai 2024 kunngjørdi ST, at uppgivnu deyðatølini vóru skeiv. Hóast ræðandi stór, var talið av sivilum helvtina av teimum, sum miðlastovan hjá Hamas hevði upplýst. Nýggjastu tølini vóru frá heilsumyndugleikunum í Gaza, eisini undir Hamasleiðslu.

Ísrael er lagt fyri hatur í mongum londum. Um okkara leiðir og eisini her er vaksandi illvilji móti Ísrael, har slagorðini ”From the river to the sea” gjella millum húsahornini. Slogan frá PLO í 1964 og ættleitt av Hamas í 2012, sum ultimativa slagorðið hjá terrorfelagsskapinum, sum vil týna Ísrael..

Dagin eftir terrorálopið 7. oktober byrjaði Hezbollah (herur Allah) úr Libanon at senda rakettir yvir Norðurísrael. Uttan íhald hevur Hezbollah síðani skotið 10.000-tals rakettir, sum hevur gjørt, at 70.000 ísraelar eru flýddir úr økinum.

Ísrael hevur verið girt av londum, sum hava havt sum aðalmál at týna landið. Kortini hevur verið gjørligt hjá Ísrael at fáa friðaravtalur við Egyptaland og Jordan. Síðani diplomatisk sambond við Bahrain, Arabisku Emiratini, Marokko og Sudan.

Næst á skránni var Saudi Arabia, sum nú er sett á pausu.

Slyngulstaturin Iran
Iran er harðliga ímóti øllum samstarvi við Ísrael. Iran vil afturímóti, at beinast skal fyri Ísrael og allir jødar týnast. Iran hevur tí áhaldandi stuðlað, vápnað og fíggjað allar terrorfelgskapir í regiónini, sum hava felags endamál – at beina fyri Ísrael.

Fremst av øllum Hezbollah, Hamas og Houthirørslan (Ansar Allah), sum allar eru skrásettir av ES og USA at vera terrorrørslur.

11. august 2006 viðtók trygdarráðið hjá ST samtyktina 1701, har gjørt varð greitt, at økið í Suðurlibanon, sunnanfyri Litaniánna, skuldi vera avvápnað, og at ST skuldi senda um 10.000 friðarherðfólk í økið at tryggja samtyktina. USA rindar heilan fjórðing.

Ísrael tók seg úr økinum og UNIFIL (ST) kom framat. Uppgávuna megnaði UNIFIL á ongan hátt. Hezbollah (Iran) hevur síðani, uttan mótstøðu, sett seg tungt á ”avvápnaða” økið. Bygt hernaðarstøðir, lóðurgoymslur og grivið ótaldar tunlar, dygst upp at UNIFIL-støðum.

Hezbollah er vorðið alvápnað – høvdu til fyri stuttum 150.000 rakettir vendar móti Ísrael, samstundis sum prestastýrið í Iran uttan íhald hevur vant 10túsindir av hermonnum hjá Hezbollah.

Tá so Hamas framdi terroratsóknina 7. oktober í fjør, søkti Hezbollah á Ísrael norðaneftir og Houthirørslan sunnaneftir.

Eingin ivast í, at atsóknirnar eru orkestraraðar av Iran, sum umvegis sínar terrorfelagsskapir kann fremja sítt proxykríggj móti Ísrael.

Nýtt fokus, russar nøgdir
7. oktober 2023 var eisini funnin fressur hjá russum, sum hava dygt samstarv við prestastýrið í Iran.

Fokusið flutti frá Ukraina til Miðeystur. Ivaleyst visti Kreml um terrorálopið á Ísrael.

Umboð hjá Hamas vitjaðu Kreml, tá Ísrael var farið inn í Gaza. Sergej Lavrov, russiski uttanríkisráðharrin, vitjaði Teheran beint aftaná terroratsóknina, har boðað varð frá, at Russland og Iran standa saman í spurninginum um stríðið Palæstina-Ísrael. Kreml metir ikki Hamas at vera terrorfelagsskap. Hevur ístaðin regluligt samstarv við leiðsluna í Hamas.

Tað er tí greitt, at Putin hevur allarstørstan áhuga í og ger sítt ýdarsta til, at kríggið millum Ísrael og Hamas/Hezbollah varar sum longst. Ræðuligari og blóðugari, tess betri.

Longri kríggið er, verri verður eisini at finna friðarloysn, nakað sum kann oyðileggja viðurskiftini millum moderatu arabisku londini og Vesturheimin. Eisini hjávinna hjá Putin.

Allir miðlar hava nú høvuðsfokus á Miðeystur og minni á Ukraina. Putin fekk tað hann vildi 7. oktober í fjør. Hann kann í friði og náðum sorla, jagstra og myrða í Ukraina, júst sum hann ynskir tað.

Endamálið er at kríggið í Miðeystri skal møða vesturlendsku fólkahugsanina, sum eisini kann úrslita, at fokusið mótvegis Ukraina fjarar burtur, so stuðulin til frælsisstríðið har viknar.

Hata fólkaræði
Farna árið eru vaksandi mótmælisgongur móti Ísrael vorðnar regulin. Palæstinska flaggið veitarar, meðan ísraelska verður forfjónað.

Rópt verður um frið, at Ísrael skal útilokast frá íløgum, kappingum, altjóða handli, revsast av umheiminum osfr..

At valdsstýrið í Iran, Hamas og Hezbollah seta skránna kemur ikki til hugs.

Kravt verður tví-tjóðaloysn. Hvør skal ráða í palæstinska statinum? Hamas, Hezbollah – dikterað av Iran við sínum imamum? Har er einki svar!

Tað er ræðandi at staðfesta, at muslimar, jihadistar, marxistar, ultra-sosialistar, anarkistar, sokallaðir friðaraktivistar osfr. í symbiosu finna saman í kravgongum at harta Ísrael og í pátiknari umsorgan stuðla sivilum palæstinensum.

Felagsnevnarin hjá øllum hesum fraktiónum er haturin til Vesturheimin, fólkaræði, rættartrygd og persónliga frælsið.

Inniliga andstygdin móti vesturlendsku fólkastýrum stingur so djúpt millum hesi, at tey púra ósmæið fylkjast í flokk at røkka síni hatsku politisku skrá.

Máa undan fólkaræðinum
Í stríðnum móti Ísrael, hevur eydnast hesum fraktiónum at blanda samleikapolitikk og rættindi hjá minnilutum í uppgerð við vesturlendsku siðmenningina, har Palæstina, veðurlagsstríð (Greta Thunberg), LGBT+ og antikapitalisma eru vavd í ellubita.

Málið er eittans: at máa støðið undan fólkaræðinum. At sáa iva um alt og øll, í fullum samljóði við russisku propaganduna á netinum, sum alsamt fórðar almenningin við fake news, higartil í ár, samb. ES, við fleiri enn 30 milliónum falstíðindum!

At hugsa sær, at LGBT+ yvirhøvur hevur samkenslu við Hamas. Hvar enda samkynd í Iran, hjá Hamas og Hezbollah? Hongd ella steinað til deyðis!

Friður og Ísrael
Loysnin til frið er einføld. Um Putin, Xi Jingping, Erdogan og teirra líkar krevja, at Iran steðgar stuðlinum til Hezbollah, Hamas, Houthi osfr., endar kríggið í stundini. Fær Ísrael trygd um frið við sínar grannar, steðga ísraelar í somu løtu.

Men hetta hevur sjálvsagt ongan áhuga hjá autokratunum. Islamistar halda onga avtalur, sum ikki fremja islam.

Um dagarnar hartaði sosialistiski spanski forsætismálaráðharrin Ísrael og heitti á øll lond um at steðga at selja Ísrael vápn. So verður friður segði Pedro Sánchez. Hann hevur óivað rætt.

Tá verður tað nevniliga bert spurningur um tíð, til Iran og teirra terrorfelagsskapir hava dripið og rikið allar ísraelar í havið – from the river to the sea. Gravarfriður!

Eisini her hjá okkum hevur landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum gjørt sína støðu greiða, tá hann undan farna vikuskifti segði: ”Hamas og Hizbollah eru ikki palestinska fólkið. Netanyahu-stjórnin er ikki ísraelska fólkið. Terror og kríggj er ikki fyri fólk men fyri valdshavarar og vitloysishugsan.”

Fólk kunnu halda um Netanyahu hvat tey vilja, men hann er forsætismálaráðharri, lógliga valdur í fólkaræðinum Ísrael.

At landsstýrismaðurin alment javnsetir Hezbollah, Hamas og Netanyahu er avdúkandi um hansara grundsjón um Ísrael og demokrati yvirhøvur. Men tað man neyvan koma óvart á nakran.

Bjarni Djurholm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo