Yvirgangsfelagsskapurin Hamas hevur mist harradømið yvir norðaru helvt av Gaza geiranum. Tað sigur talsmaðurin hjá ísraelska herinum, Daniel Hagari, í ísrealskum sjónvarpi í dag.
Hann segði eisini, at smáir skáar hava verið í bumbingini, so vanlig fólk kunnu flýggja suðureftir. Í dag eru 50.000 fólk flýdd suðurum.
- Tey rýma, tí tey skilja á lagnum, at lítið er eftir av Hamas norðanfyri, sigur Daniel Hagari.
Hvørki Ísrael ella USA vilja ganga við til eina veruliga vápnahvíld, tí tað fer at geva Hamas møguleikan at summa seg og leypa á av nýggjum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo