Tórshavnar kommuna: Borgarstjórar úr seks kommunum í Íslandi vóru í gjár á Ráðhúsinum í Havn og vitjaðu Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.
Tey eru, saman við embætisfólkum, á ferð í Føroyum í hesum døgum og vitja kommunur og fyritøkur.
Borgarstjórarnir, ið vitja eru, Jón Björn Hákonarson, borgarstjóri Fjarðabyggð, Fannar Jónasson, borgarstjóri Grindavík, Írís Róbertsdóttir, borgarstjóri Vestmannaeyjar, Þórdís Sif Sigurðardóttir, borgarstjóri Vesturbyggð, Björn Ingimarsson, borgarstjóri Múlaþing, Eyrún Ingibjörg Sigþórsdóttir, borgarstjóri Dalvík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo