Ein persónur sum er skuldsettur at arbeiða fyri ísraelsku fregnartænastuna Mossad, er tikin av døgum í Iran, skrivar almenna tíðindastovan IRNA.
– Hesin persónurin samstarvaði við útlendskar tænastur, teirra millum Mossad, og fekk til vega loyniliga informasjón, skrivar tíðindastovan í dag.
Tað stendur eisini at persónurin útvegaði við hjálp frá øðrum dokument til útlendskar tænastur, teirra millum Mossad, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo