Nógvur vindur er kring landið í morgun, ættin er landsynningur, og har hon liggur á kunnu hvirlurnar vera ógvusligar.
Á Porkerishálsi verða máldir 25 metrar um sekundið í hvirlunum, Á Brekkuni Stóru 23 ms við Velbastaðháls upp í 27 ms og á Høgareyni upp í 28 ms í hvirlunum.
Veðurtænasturnar á netinum tykjast samdar um, at tíðliga seinnapartin hasar vindurin av, avfallið verður minni og møguleiki er enntá fyri sólglottum. Hitin verður um 9 stig í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo