Tað er ein afturvendandi pástandur hjá mongum ernum og órealistiskum skribenti í tí nationala superføroyska liðinum, at Føroyar eru so nógv ríkari enn Danmark, og tað dubiøsu tesuna byggja teir á BNP-tøl og ikki á gerandisligar royndir
Bæði Viggo Kampmann og Nyboe Andersen, sum vóru kønir økonomar plagdu ofta skemtiliga at taka til, at BNP kundi ofta vera eitt hent tal, men tað egnaði seg illa til at meta um livifótin í teimum londum, har sum forbrúkaramynstrið líktist so nógv, sum tað ger í teimum flestu europeisku londum.
Har var rættast at brúka ta klassisku prístals-samanberingina.
Hvussu leingi skal ein konsumentur arbeiða fyri at keypa ymiskar neyðsynjarvørur, so sum mjólk, breyð, viðskera etc.
Einhvør ósentimentalur konsumentur, sum hevur verið javnliga til handils í Føroyum og Danmark, kann lættliga síggja, at man fær munandi minni í føroyskum handlum fyri sín 100 kr. seðil, enn man fær í Danmark.
Harafturat er tímalønin eisini væl lægri í Føroyum enn í Danmark.
So mytan um, at okkara livifótur er hægri enn tann danski, er ikki røtt.
Hví er tað føroyska BNP eitt teoretiskt tal, sum er so langt frá veruleikanum.?
Tað skyldast fleiri faktorum, tí umsetingin í tí føroyska samfelagnum er ikki serliga fjøllbroytt frá rávøru til lidna framleiðslu afturímóti tí kompleksu vøruleiðini í Danmark og øðrum ídnaðarlondum, men tað er eisini BLOKKURIN og hansara placering í BNP, sum skeiklar veruleikan.
Økonomurin Páll Narvi plagdi at taka til, at tær donsku veitingarnar til Føroyar vóru næstan ómøguligar at innkalkulera í BNP, uttan at roknistykkið bleiv skeivt.
Eingin kann eksakt kalkulera, hvussu multiplikatoreffektin av Blokkinum fungerar í tí føroyska samfelagnum, men tað gevur uttan iva eitt heilt skeiklað og púra arbitrert BNP-tal.
Man kann tí slett ikki brúka BNP-talið til at meta um livifótin við!
Endiliga er mytan um, at Føroyar eru "ríkari" enn Danmark nógv skeiklað av, at vit ikki hava eina ovurstóra passiva fjøld av immigrantum, sum næstan slett ikki eru á arbeiðsmarknaðinum.
Lúkar man tey fremmandu, sum telja væl yvir 1/2 millión í Danmark burtur úr tí donsku forbrúkarafjøldini, er livifóturin í Danmark munandi hægri enn í Føroyum, eisini eftir BNP-leisti.
Tað er altso ein forstokkað illusión, at føroyskir forbrúkarar eru forgyltir og nógv ríkari enn danskir, sjálvt um bæði S. Å. Ellefsen og onnur blíva við at trútta tað øvugta.
Virgar T. Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo