Tað fall ikki í góða jørð, tá Bakkafrost í gjár boðaði frá, at úrslitið í øðrum ársfjórðingi verður verri enn væntað.
Partabrævið er í morgun fallið við sløkum 15%. Tað vil við øðrum orðum siga, at virði á fyritøkuni sum í gjár var nærum 38 milliardir norskar krónur í dag er minkað samsvarandi ella við eini seks milliardum norskum krónum.
Endaliga revideraða úrslitið fyri annan ársfjórðing 2023 verður klárt 22. august.
Les eisini: Bakkafrost boðar frá lakari úrsliti í øðrum ársfjórðingi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo