Liverpool hevur ikki mist stig á Anfield síðani 1-1 dystin móti Leicester í januar 2019.
Og í dag móti Burnley gjørdist úrslitið tað sama, men ligameistararnir kundu eins væl tapt dystin.
Síðst í dystinum dundraði Johann Gudmundsson bóltin í tvørsteingina, men heimaliðið slapp við skrekkinum.
Liverpool skal hava átta stig fyri at taka metið hjá Manchester City frá 17/18-sesongini nú tríggir dystir eru eftir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo