Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tryggingareftirlitið: Tryggingareftirlitið hevur tann 28. november 2022, eftir at málið varð lagt fyri Tryggingarráðið, tikið avgerð um, at ein persónur ikki kann verða góðkendur sum nevndarlimur í tveimum tryggingar­­feløgum, sbrt. § 49, stk. 2 og stk. 3, nr. 4 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.

Tryggingareftirlitið metti, út frá eini heildarmeting av viðurskiftunum í málinum, at persónurin við at gerast nevndarlimur í tryggingarfeløgunum áðrenn 2-ára bannið í § 22 c, stk. 1 í grannskoðara­lógini er farið úr gildi, hevur sýnt ein atburð, ið ikki er sambæriligur við tey krøv,  ið sett verða til heiðursemi hjá nevndarlimum sambært § 49, stk. 2 og stk. 3, nr. 4 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi. Viðkomandi hevur heldur ikki borið seg at á ein hátt, sum tryggjar og varðveitir álit samfelagsins á tryggingarfeløgini og á tryggingargeiran sum heild.

Skráseting Føroya hevur í dag skrásett: Skrásetingar-nr. P/F 8, P/F Trygd Tryggingarfelag, 110 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Kristian Heini Thomsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo