Svar upp á § 52 a-fyrispurning nr. 52-002/24 frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, um hvítvask í Føroyum
Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu nógv mál um hvítvask hava føroysku peningastovnarnir fráboðað til løgregluna seinastu 5 árini?
2. Í hvørjum vinnugreinum í Føroyum verður hvítvask fráboðað?
3. Hvussu mong av hesum málum eru blivin kannað nærri av løgregluni, og hvussu nógv eru endað við sakarmáli?
4. Hvussu long er viðgerðartíðin av føroyskum fráboðanum um hvítvask hjá løgregluni?
5. Hvussu long er viðgerðartíðin av donskum fráboðanum um hvítvask?
Til nr. 1-5
Fyritøkur og persónar, sum eru fevnd av hvítvasklóggávuni á yvirtiknum málsøkjum og á ikki
yvirtiknum málsøkjum, skulu beinanvegin fráboða Hvidvasksekretariatet, um fyritøkan ella
persónurin veit, hevur illgruna um ella hevur rímuliga orsøk til at halda, at ein transaktión,
fíggjarmiðlar ella virksemi hava ella hava havt samband við hvítvasking ella fígging av yvirgangi.
Hvidvasksekretariatet er partur av National Enhed for Særlig Kriminalitet hjá donsku løgregluni.
Fyri at kunna svara spurningunum er tí neyðugt at fáa upplýsingar frá nevndu myndugleikum.
Tað hevur ikki borið til hjá danska Løgmálaráðnum at útvega Uttanríkis- og vinnumálaráðnum
upplýsingarnar innan freistina fyri, nær svarið uppá § 52 a-fyrispurningin skuldi vera Løgtinginum í
hendi.
Tá upplýsingarnar eru komnar frá danska Løgmálaráðnum verða tær sendar Løgtinginum.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 14. august 2024
Høgni Hoydal
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo