Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Deyvafelagið: Farna vikuskifti vann føroyingurin Ian Andersen tvey gullheiðursmerki í evropakappingini Gocart fyri deyv.

90 luttakarar úr londum í Evropa vóru við í kappingini, sum í ár fór fram í Billund. Kappingin varð send beinleiðis á Youtube, og her varð kappingin teknmálstulkað til altjóða mál.

Fyrstu kappingina, sum var einstaklingakappingin hjá monnum, lógu tveir danir (annar føroyingur) fremst, Ian Andersen og Daniel Ovesen. Ian Andersen vann gull, og Daniel Ovesen var næstur á mál og vann sostat silvur.

- Eg hevði ein vánaligan start, og misti fyrsta plássið í fyrsta svinginum. Men áðrenn fyrsta umfar var liðugt, vann eg meg fram aftur á 1. pláss. Síðan varðveitti eg oddasessin heilt til málstrikuna, og sostatt gjørdist eg Evropameistari í “Single Men Nations Team”, fyri Danmark.

Vert er at leggja til merkis, at hóast Ian Andersen koyrdi við danska liðnum, so veittraði hann við Merkinum.

Dagin eftir, hin 14. september, var mest spennandi kappingin sonevnda “Single Men Nations Team”, og her vann Ian Andersen aftur gull.

- Hatta var eitt framúr vikuskiftið har nógv eydnaðist hjá okkum. Vit eru ógvuliga errin og fegin um úrslitið, sigur Ian Andersen.

Donsku kvinnurnar vunnu silvur í liðkappingini, beint í hølunum á Týsklandi, sum vann gull. Á triðja plássi og bronsuna vann Ongland.

Í kappingini fyri lið vann Týskland gull, Ongland vann silvur og Danmark við millum øðrum Ian Andersen vann silvur.

Danir vóru eisini við í kappingini fyri blandað lið, og her vunnu tey bronsu. Týskland vann gull, og Ongland vann silvur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo