Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Finska søgan hjá Rosu Liksom úr tokvogni nummar seks er fyrsti filmur í Filmsfelagnum í nýggja árinum.

Unga finska kvinnan, Laura, hevur eitt trupult kærleiksamband í Moskva. Hon ger av at fara einsamøll í toki norður til Murmansk, at síggja fornisku teknini, sum har eru rist í klettin.

Í sovivogninum er Laura noydd at vera saman við russiska námsarbeiðaranum, Ljoha, sum er ófólkaligur og lítið fyrikomandi. Men ferðin í fylta tokinum er long og eftir fyrstu illstøðuna verður tónin ein annar.

At ferðir teirra krossast úr Moskva til Murmansk á henda hátt, elvir til at bæði noyðast at endurskoða, hvørji tey sjálvi eru.

Filmurin, sum vann Grand Prix í Cannes í ár, er finska Oscaruppskotið í 2022, eins og Golden Globe uppskotið sum besti altjóða filmur.

Søgan úr tokvogni nummar seks er annar filmurin hjá Juho Kuosmanen (f.1979), ið longu verður róptur hin nýggi Kaurismaki.

Í 2016 vann Juho virðislønina Un Certain Regard í Cannes fyri ævisøguliga filmin um boksaran og bakaran úr Kokkola “The Happiest Day in the Life of Olli Mäki”.

Atgongumerkjasølan til fyrstu mikudagssýningina í nýggja árinum er byrjað í Havnar Bio og á netinum.

Vit halda almennu koronutilmælini, og koma broytingar fyri, lýsa vit tær á Facebooksíðuni hjá Filmsfelagnum.

Filmsfelagið ynskir gott nýggjár og takkar fyri undirtøkuna í skjótt farna ári.

5/1 kl 20:00 Í tokvogni nummar 6 (Hytti nro 6, Juho Kuosmanen, Finnland 2021 107 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo