Nógv spennandi hendir úti á Fiskastykkinum í Sandavági.
Í seinastu hava tey arbeitt við at fáa ljós at lýsa í gjónni.
Áður hevur verið heldur trupult av sæð niður í vøkru gjónna, sum gamla pakkhúsið er bygt inn í, men nú nýggj terassa er komin uttan fyri kaféina, er útsýni niður í gjónna vorðið so ótrúliga gott.
Ætlanin er at ljósini skulu lýsa gjónna upp í vetrarhálvuni.
Ljósini verða tendrað í gjónni kl. 17.
Øll eru vælkomin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo