Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Í dag eru 50 ár liðin síðani flogvanlukkuna í Mykinesi, sum kravdi 8 mannalív. Tað var rutuflogfarið frá Bergen hjá Icelandair, sum undir innflúgvingini til flogvøllin í Vágum í ringum sýni rendi á Knúk í Mykinesi.

Full greiða er ongantíð fingin á, júst hví vanlukkan hendi, millum annað tí at útgerðin umborð, sum skrásetir ymsar upplýsingar í stýrihúsinum, var ikki eins góð tá sum hon er nú.

Kurt Fossaberg, sum er Flight Safety Officer hjá Atlantic Airways segði við Dag og Viku í gjár, at tað er ivasamt um full greiða nakrantíð fæst á, hví vanlukkan hendi. Hann helt besta boðið er, at instrumentini onkursvegna góvu manningini skeivar upplýsingar.

- Júst handa ólukkan, undir hasum fortreytunum, kundi ikki verið hend í dag, tí tólini eru so nógv betri í dag, segði Kurt Fossaberg millum annað við Dag og Viku.

Kringvarpið arbeiðir við at gera eina dokumentarsending um hendingina í Mykinesi 26. september 1970.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo