Eftir 8 ár við róðrið hevur dugnaligi og framskygdi skúlaleiðarin í Lítlaskúla, Jenny Winther Poulsen, valt at geva leiðarastafettina víðari til varaleiðaran Gunvør Hofgaard.
Tað var Jenny sjálv sum saman við øðrum tók stig til at seta Lítlaskúla á stovn, og hon hevur seinastu 8 árini gingið á odda fyri at menna hann til tann framúrskarandi skúlan, hann er í dag. Tó verður ikki sagt farvæl við Jenny, tí hon heldur fram sum lærari á skúlanum.
Gunvør tekur við sum leiðari frá 1. februar og Katrin Bjarnadóttir, námsfrøðingur í forskúlanum í Lítlaskúla, tekur við sum varaleiðari.
Leiðaraskiftið varð sjálvandi hátíðarhildið. Børnini sungu tveir vakrar sangir fyri Jenny, og stýrisforkvinnan helt eina røðu. Eisini fingu Jenny, Gunvør og Katrin handað blómutyssi.
Lítlaskúli takkar Jenny so hjartaliga fyri hennara megnararbeiði, og ynskir Gunvør og Katrini blíðan byr.
Lítliskúli er frískúli í Tórshavn, sum heldur til í gamla adventistaskúlanum á Hoyvíksvegi. Í skúlanum ganga børn frá forskúla til og við 6. flokk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo