- Eg havi verið so heppin at fáa møguleikan at samstarva við dugnaligar tónleikarar. Talan er um sangin “Forever young” hjá Bob Dylan, sum Steintór Rasmussen hevur týtt til “Í ævir ung”, skrivar Asta Højgaard.
- Tað er nakað síðani, at sangurin varð týddur men er tikin fram aftur í samband við 80 ára føðingardagin hjá Bob Dylan, sum var fyri kortum. Erik Biskopstø hevur tikið upp vokal, og tónleikurin er upptikin í studio Bloch. Kim Hansen hevur lagt til rættis og Óli Poulsen hevur ljóðblandað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo