Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Danski barna- og undirvísingarráðharrin, Pernille Rosenkrantz-Theil, hevur sett skjøtil á eina verkætlan fyri at hjálpa børnum, sum eru talblind. Kanningin, sum ein granskingarbólkur hevur ment til næmingar í 4. flokki, verður nú roynd í trý ár, meðan granskarar fylgja gongdini

Talblindakanningin, sum júst er ment, er ætlað at vera fyrsta stig á leiðini fram ímóti einum størri átaki at fáa eyga á børn í 4. flokki, sum eru talblind; tað sigur danska kenslumálaráðið í tíðindaskrivi.

Tað var í sambandi við nýskipanina av fólkaskúlanum í 2013, at politikarar gjørdu av, at kanningartilfar eigur at verða gjørt, soleiðis at funnið verður fram til tey børn, sum eru talblind; umframt skuldi vegleiðingartilfar gerast.

Í fýra ár hevur verið arbeitt við at gera nøkur amboð at finna fram til, hvørji børn eru talblind. Verkætlanin varð liðug í juli í ár, og granskararnir, sum hava staðið fyri verkætlanini, fara nú undir arbeiðið at royna kanningina í verki.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo