Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Hvør stjól Mikines?

Tað er stóri spurningurin í nýggjari føroyskari krimibók

Eina ódnarnátt í november hendir tað óhugsandi. Meistaraverkið »Aftur av jarðarferð« hjá Mikines verður stolið á Listasavninum. Hetta sermerkta og skakandi brotsverkið setur gongd á føroysku krimisøguna »List«, sum kemur út hósdagin.

Journalisturin Eyðun Klakstein hevur skrivað krimisøguna. Hetta er hansara fyrsta skaldsøga.

– »List« er ein kvik og spennandi krimisøga, sum vónandi eisini verður fangandi og undirhaldandi at lesa. Umframt at fylgja uppkláringini av brotsverki, kannar bókin eisini, hvussu fólk reagera, tá ið tey koma í kreppustøður, ella tá ið tey kunnu fáa persónligan vinning burtur úr sjálvsøknum avgerðum, sigur hann.

Tá ið Mikines-meistaraverkið er stolið, kemur Sára Emmudóttir, ið er stjóri á Listasavninum, í satt ódnarveður, tí øll vilja vita, hvussu stuldurin kundi henda, og fleiri royna at gera sær dælt av støðuni – bæði í listaumhvørvinum og í politiska heiminum.

Turrlagdi arbeiðsmaðurin Jón Amos, sum eitt skifti hevði sítt egna listagallarí, drekkur sterkt kaffi á skeinkistaðnum Kroysuni og fær illgruna um, at alt er ikki rætt vorðið. Hann verður drigin upp í málið og ger sínar egnu skakandi kanningar. Jón Amos og Sára Emmudóttir koma á slóðina eftir eina vandamikla samansvørjing og mugu brúka dirvi og list fyri at avdúka hana – um tey yvirhøvur megna tað og koma livandi frá tí. Sannleikin kann broyta alt.

Krimibókin »List« er 200 síður til longdar.

Í morgin, hósdagin 11/11 kl. 18:30 verður bókin løgd fram á almennari móttøku í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Í næstu viku vera bókaframløgur í Klaksvík og í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo