Vága kommuna: Tað er sera gott veður, og bæði í Miðvági og í Sandavági er stórur sandur inni á vágni.
Í dag, 23. apríl frá kl. 14:00 til 17:00 ynskir Vága kommuna at bjóða øllum børnunum í kommununi at koma oman á sandin at byggja sandslott. Talan er sjálvandi um sandin í bæði Miðvági og Sandavági. Vit fara at hugna okkum saman í frástøðu!
Børnini mugu taka spannir, spakar og leikur at byggja slottini við.
Listafólk í kommununi fara at kjósa vakrastu og mest kreativu slottini og vinnararnir fáa eina gávu frá kommununi.
Tað er gott pláss á sandinum, men tað hevur týdning at vit halda frástøðu og verja okkum fyri smittuvanda. Hugsi um hvat øki tit velja tykkum so pláss verður fyri fleiri.
Kommunan setir grillir upp við Gamla skúla í Miðvági og á Sondum í Sandavági, har man kann hava mat við sjálvur at grilla.
FK í Miðvági bjóðar sunkist á sandinum.
Vælkomin at taka myndir og deila á instagram #fittligt og #sandslott.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo