![F 29](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/5/3/csm_F_29_29f3d68e8b.jpg)
![F 29](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/5/3/csm_F_29_29f3d68e8b.jpg)
Eitt ferðafólkaflogfar á veg til Barcelona mátti venda við, tá ið tað ikki slapp at flúgva yvir Fraklandi í dag.
Flogfarið hjá hvítarussiska flogfelagnum Belavia fekk ikki loyvi at flúgva inn í franskt loftrúm. Tað er sambært viðtøku hjá ES eftir at Hvítarussland noyddi eitt litaviskt flogfar niður í Minsk sunnudagin og handtøk ein samfelagsrevsara.
Sambært Belavia hevur felagið fingið forboð at flúgva til ella yvir átta londum í Europa, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo