Hvíta Húsið heldur fast við, at Joe Biden heldur fram sum forseti í USA til skeiðið endar í januar.
Hetta verður sligið fast eftir at republikanski formaðurin í Umboðsmannatinginum hevur heitt á Joe Biden um at leggja frá sær sum forseti.
Tað skrivar CNN.
- Joe Biden gleðir seg til at enda sítt skeið og at fremja fleiri søgulig úrslit fyri amerikanska fólkið, sigur talsmaðurin fyri Hvítu Húsið, Andrew Bates.
Mike Johnson skrivaði fyrr í kvøld á X, at "um Joe Biden ikki er egnaður at stilla upp til forsetavalið, so er hann ikki egnaður heldur at sita sum forseti," skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo