Í dag, jólaaftan, fer kavin sambært fleiri veðurtænastum á netinum at koma seinnapartin, ættin verður ímillum norðan og útnyrðing og tað kølnar, sum frálíður niður ímóti frostmarkinum.
Í morgin, fyrsta jóladag, verður ættin ímillum landnyrðing og norðan, lot til frískan vind, fyrrapartin kanska okkurt kavaæli og hitin um 2 stig.
Týsdagin, annan jóladag, minkar vindurin niður í gul til lot av vestri, onkrir sólglottar og turt fyri tað mesta og hitin um frostmarkið.
Mikudagin veksur hann vindin aftur upp í ein strúk av vestri og útsynningi, nógvar sólløtur og hitin um 2-3 stig.
Hósdagin fer hann upp í norðan og minkar vindin niður í bert eitt gul av høgætt, sólin sær ein stóran part av degnum og hitin um frostmarkið.
Fríggjadagin upp í hvassan vind ella skrið av útsynningi, mesti vindurin fyrrapartin, seinnapartin fer at regna og hitin um 5 stig.
Næsta vikuskifti, sum er seinasta vikuskifti á árinum, verður lágætt við ælaveðri og serliga leygardagin verður nógvur vindur, eisini verður ælaveður og hitin um fimm stig. Sunnudagin, nýggjársaftan, minkar vindurin burtur í nærum onki sum dagurin gongur, íslit og fleiri løtur við sól gjøgnum dagin.
Men veðrið skikkar sær sjálvandi ymiskt, alt eftir hvar ein er í landinum. Okkara forsøgn tekur støði í windfinder.com og hvussu veðrið væntast at blíva á flogvøllinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo