- Tað undrar meg at russiskir sjómenn umborð á russiskum skipum telja við í føroysku smittutølunum.
- Skjótt koma vit upp í reyða feltið og kunnu fáa trupulleikar av tí, sigur ein lesari við VP, sum ikki ynskir at vera nevndur.
Lesarin nevnur at vit kunnu fáa trupulleikar viðvíkjandi at ferðast, men ikki minst kann hetta møguliga fara at skaða okkara útflutning.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo