Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

IAKM Føroyar (International Association of the Karlstadmodel) er eitt áhugafelag. Endamál felagsins er at virka fyri javnvirði, rættinum til eitt mál, málmenning, og at styrkja persónar við málsligum avbjóðingum við grundarlagi í Karlstadmodellinum (KM). Føroyska felagið er partur av IAKM org, sum er norðurlendska meginfelagið.

Skipað verður, millum annað, fyri norðurlendskari ráðstevnu á hvørjum ári. Ráðstevnan varð hildin í Føroyum í 2018 og verður hon aftur her heima í 2024.

Vit í IAKM Føroyar eru takksom fyri góða samstarvið vit hava havt, um at skipa eina fyribils tænastu í mál og samskiftisvenjingum til børn og ung við Down syndromi.

Saman við foreldrum, politikkarum, Sernámi, Javna og MEGD varð ein fyribils loysn gjørd. Øll børn, undir 18 ár, við Down syndromi skuldu fáa KM bjóðað gjøgnum Sernám, frá 1. sept. 2023. Somuleiðis varð lovað frá politiskari síðu, at uppá longri sikt, skuldu øll børn við álvarsligum mál- og samskiftistrupulleikum, uttan mun til diagnosu, fáa eina haldgóða tænastu - hetta fegnast vit um.

Fyribils loysnin, sum er gjørd, skal sum nevnt byrja 1. sept. 2023. Enn vita vit ikki, hvussu hendan avtalan fer at virka, ella hvussu leingi hendan fyribils loysnin er galdandi.

IAKM Føroyar er ikki kunnað enn. Ei heldur hevur stjórin í Sernámi sett seg í samband við foreldur ella føroysku vegleiðararnar, nú tvær vikur eru til arbeiðið skal byrja.

Tað, sum ørkymlar okkum er, at Margreth Olsen, stjóri í Sernámi í tíðindunum 3. aug. 2023, sáar iva um fakligu dygdina og trúvirðið í KM. Hesum ynskja vit at vísa aftur, við niðanfyri standandi svari frá Iréne Johansson.

Svar til Margreth Olsen, Sernám, í sambandi við samrøðu í Kvf, 3. august 2023.

Eg havi fingið eina svenska týðing av samrøðuni, sum bleiv gjørd við Margreth Olsen í Kvf, 3. august 2023.

Í samrøðuni kemur Margreth Olsen við óneyvum og beinleiðis skeivum pástandum um Karlstadmodellið (KM). Margreth Olsen setur spurnartekin við endamálið við KM, innihaldið í KM, og vísindaliga grundarlagið undir KM.

Sum stigtakari til KM vil eg her geva eitt stutt aftursvar.

Endamálið við KM er at virka í andanum av
mannarættindasáttmálanum hjá ST, og ST- sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Tað er ein rættur hjá øllum menniskjum at læra, brúka og menna eitt mál.

KM snýr seg um mál, máltrupulleikar og málvenjing, við serligum atliti at børnum og ungum við álvarsligum máltrupulleikum, ella sum væntandi fáa álvarsligar máltrupulleikar. Tað snýr seg eisini um samspæl og samskifti, men ikki einans, heldur leiklutin, sum mál hevur í samspælinum og samskiftinum.

Margreth Olsen heldur uppá, at KM ikki hevur nakað, sum onnur háttaløg/amboð ikki hava. Tað er trupult at svara hesum uppáhaldið, tí hon vísir ikki til ”onnur háttaløg/ amboð” ella til hvat er felags. Tað er tó greitt, at KM ikki er eitt háttalag ella eitt amboð, men harafturímóti eitt námsfrøðiligt modell innan humanistiskt ástøði um læring.

Hetta er týdningarmikið, tí tað humanistiska læringsástøðið leggur dent á leiklutin hjá einstaklinginum sjálvum í læringini, og at hetta er bundið at øðrum menniskjum. Einstaklingurin lærir sjálvur, MEN er bundin av øðrum menniskjum í hesi gongdini, sum fer fram allastaðni í gerandisdegnum.

Tí kann tað ikki vera eitt háttalag ella eitt amboð.

Málvenjingin skal lagast til einstaklingin og umfata tann
veruleika, sum barnið/tann ungi er í. Tað er í hesum sambandi, at sosiala netverkið hjá barninum verður eitt
týdningarmikið námsfrøðiligt amboð (hetta varð fyrstu ferð lagt fram á altjóða granskingarráðstevnu í 1991. Tá var tað nýhugsan).

Tað er ymiskt, ið kann darva vanligu málmenningini.

Onkrar forðingar eru knýttar at einstaklinginum sjálvum, meðan aðrar eru í umhvørvinum, ella í samspælinum millum innari og uttaru viðurskifti. Ein vanlig forðing er at finna í uppfatanini/tulkingini av ljóðum, sum eg havi skjalprógvað í egnari gransking. Eitt háttalag í KM til at minka um hesa forðing er, at brúka tekn sum stuðul (hetta varð lagt fram á altjóða ráðstevnu innan málfrøði í 1983. Tá var tað nýhugsan).

Margreth Olsen heldur uppá, at har ikki eru vísindalig prógv fyri KM. Hvat slag av vísindaligum prógvi eftirlýsir hon? Økologiskan validitet – sum snýr seg um hvussu granskingarúrslit kunnu nýtast í gerandisdegnum og sosialum umhvørvi? Ella evidensgrundaði úrslit frá biomedisinskari gransking (RCT)?

Granskingin, sum KM byggir á, byrjaði seinast í sjeyti árunum, og varð almannakunngjørd soleiðis, sum vanligt var tá, langt innan talgilding kom uppá tal.

Granskingarúrslit vórðu løgd fram á vísindaligum ráðstevnum, og vórðu útgivin í greinum og serligum útgávum. Úrslitini vórðu umrødd í vísinda- og granskaraumhvørvinum og í samfelagnum, og okkara gransking varð javnlíkamett av granskarabólkum í øðrum londum fyri at góðskutryggja úrslitini. Á henda hátt varð KM granskað og sett í verk í Australien, New Zealandi, Onglandi, Týsklandi, Russlandi, Sápmi, Danmark, Noreg, Íslandi og Finlandi.

Margreth Olsen vísir á manglar í KM og vísir til eitt “vit” (“...vit síggja, at modellið hevur manglar...”). Hetta er eisini trupult at viðmerkja, tí tað ikki framgongur, hvørjir manglarnir eru, ella hvønn “vit” vísir til – serfrøðingar innan mál, máltrupulleikar og málvenjing, og ei heldur hvørjar førleikar “vit” hava.

Tað einfaldasta svarið til pástandin um, at KM hevur manglar, er eitt ja. Sjálvandi hevur eitt modell manglar!! Líka so sjálvsagt er tað, at KM heintar vitan frá aðrari gransking og royndum. At kunna seg um, hvat onnur longu hava gjørt, at tulka og skilja hesa vitan, er ein náttúrlig gongd í allari menning av vitan.

Vitan verður ment við at byggja víðari á ta vitan, sum longu finst.

Lat meg enda við einum setningi, sum Konfucius skal hava sagt: “Sonn vitan er at skilja vavi á egnari fákunnan”.

Arvika, 9. august 2023 Iréne Johansson

Iréne Johansson hevur arbeitt sum lektari, fyrsti amanuensis og professari í fonetikki og sernámsfrøði við lærdu háskúlarnar í Umeå, Bergen, Tróndheimi, Gøteborg og Karlstad. Hon hevur verið granskari við Karolinska Universitetssjúkrahúsið, og gransking hennara hevur verið í samstarvið við land og kommunur í Svøríki og Statped í Noregi. Týdningarmestu samstarvsfelagar hennara hava verið foreldur at børnum við menningartarni.

Argir, 16. august 2023
IAKM Føroyar

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo