Roknistykkið hjá Bill Justinussen um kostnaðin fyri Suðuroyartunnilin, 3,6 mia., er púra rætt, tá ið samanborið verður við kostnaðin á Eysturoyar-Sandoyartunlunum.
Men, mín spurningur er:
Hví kosta ES-tunlarnir 138 mió. kr. pr. km, tá ið VT og NT í miðal kostaðu 60 mió. kr. pr. km?
Her er okkurt, sum er so spinnandi galið við roknistykkjunum fyri ES-tunlarnar og Suðuroyartunnilin?
Tað átti at verið ódýrari at bora tunlar nú tøknin er so framkomin og royndirnar so drúgvar, og so átti tað eisini at verið bíligari, pr. km., at bora 26 km. enn at bora 22, ella 6 km?
Hvør dugir at svara, hví kostnaðurin er farin so heilt út av lagi?
Dánjal Poulsen, samferðsluáhugaður
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo