Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri júst 7 mánaðum síðani mælti undirritaði Umboðsráðnum í Ognarfelag Tryggingartakaranna til, at viðgerða spurningin um hvat kapitalyvirdekningurin í Betri Samtakinum skal brúkast til.

Enn er spurningurin ikki viðgjørdur, men nú ið hálvársroknskapurin fyri 2023 vísir, at bæði eginogn og solvensur hjá Betri er hækkaður enn meira í hesum árinum – eginognin til 3,85 mia. kr. og ein solvensurin til 33,9% - fer Umboðsráðið vónandi skjótt undir at viðgerða málið.

Um Betri var eitt felag við vanligum partaeigarum, so er ongin ivi um, at partaeigararnir í stóran mun høvdu fingið lut í úrslitinum hjá felagnum.

Við tí sterka kapitalgrundarlagnum sum nú er undir Betri Samtakinum, har so at siga alt yvirskoti í mong ár bert er farið til hækking av eginognini, er tíðin komin til at Betri Samtakið, Umboðsráðið og myndugleikarnir rætta kumpassina.

Forsøgan
Betri keypti í 2011  70% av táverandi Eik Banka, eftir at bankin var komin í fíggjarligar trupuleikar, og tí var yvirtikin av Finansiel Stabilitet. Keypið varð fíggja við kapitalið hjá limunum í felagnum.

Fyrstu árini var alt fokus hjá nevnd og leiðslu av góðum grundum á at stabiliserað kapitalstøðuna hjá bankanum, men longu í 2015 hevði bankin stabiliserað seg so væl, at avgjørt var at keypa tey síðstu 30% frá Finansiel Stabilitet, soleiðis at Betri Samtakið tá átti allan partapeningin í bankanum.

Framgongdin hevur hildið fram øll árini síðani á bæði innan banka-, tryggingar-, pensjóns- og íløguvirkseminum.

Samtakið er nú aftur yvirkapitaliserað
Hóast regulatorisku kapitalkrøvini síðani fíggjarkreppuna í 2008-2009 eru herd munandi, og at ymsu virkisøkini hjá Betri Samtakinum eru fevnd av hesum krøvum - m.a. krav um SIFI-kapitalbuffara og eisini kapitalkrøv sum føroyskir myndugleikar hava lagt eyka omaná, so er Betri Samtakið í dag yvirkapitaliserað  væl omanfyri tey lógarkravdu krøvini til kjarnukapital.

Hetta at Betri nú hevur ein stóran kapitalyvirdekning er ikki fyrstu ferð í søguni hjá felagnum. Táverandi TF Holding – nú Betri - var yvirkapitaliserað fyrst í 2000-talinum, og av somu orsøk leitaði felagið í fleiri ár eftir egnaðum og tryggum íløgumøguleikum, at brúka til tann stóra kapitalin sum felagið tá hevði spart upp í áratíggju.

Tann møguleikin kom, tá Betri í 2011 fekk høvi at keypa 70% fyri kr. 450 mió. av táverandi Eik Banka frá Finansiel Stabilitet.

Limirnir merkja ov fáar fyrimunir
Meðan fokus aftaná keypið av bankanum og til 2016 var á at stabilserað bankan, uppbyggja kapitalgrundarlagið og at takað kappingina upp á føroyska marknaðinum, so átti fokus nú í nógv størri mun at verið á at tryggja, at limirnir merkja ágóðan av stóru íløguni í bankakeypi í 2011 og 2015.

Hetta er tó ikki hent. Tvørturímóti, so er grundkapitalurin í felagnum bara vaksin ár fyri ár, og verður m.a. brúktur til at fíggja regulatorisku kapitalkrøvini við reiðum peningi. Ein slíkur kapitalstrukturur er púra óvanligur fyri feløg av hesum slag, og er ikki optimalur fyri limirnar.

Myndugleikarnir gera mun millum feløg
Tað tók fyrst fleiri ár at fáa myndugleikarnar at góðtakað, at Betri Samtakið kundi rinda vinningsbýtið til limirnar. Og tá tað so umsíðir bleiv loyvt, settu myndugleikarnar mark á sum segði, at tað skuldu ikki útlutast meira enn tað sum svarar til uml. 10% av tryggingarinngjøldum – tvs. umleið 40 mió kr. árliga.

Men samstundis var ongin sum setti spurnartekin við, at felagið harumframt kundi avseta 10-tals milliónir at útluta sum gávur til ávís endamál í Føroyum, heldur enn at limirnir kunnu fáa hendan peningin útgoldnan sum vinningsbýtið, fyri tær 100-tals milliónir av kapitalinum hjá limunum, sum vóru brúktir at keypa neyðstadda Eik Bankan.

Hví myndugleikarnir seta eitt mark fyri, hvussu nógv limirnir í Betri Samtakinum kunnu fáa útlutað, er trupult at skilja, tí hetta er ikki galdandi fyri nakað annað føroyska felag av hesum slag. Myndugleikarnir hava hinvegin ikki sett seg ímóti, at peningurin hjá limunum fer úr felagnum á annan hátt - sosum gávur til byggiverkætlanir hjá nýggjum sjálvsognarstovnum og annað.

Veruleikin er, at um felagið fíggjaði síni regulatorisku kapitalkrøv á sama hátt sum er vanligur fyri slík feløg í Føroyum og aðrastaðni, so kundu limirnir av røttum fingið útlutað nakrar 100 milliónir beinanvegin, og so onkunstaðni millum 50 og 100 milliónir árliga komandi árini, alt eftir hvussu úrslitini koma at lagað seg.

Betri Stuðul er farið av sporinum
Upprunaliga ætlanin við Betri Stuðul var, at stuðla ávísum økjum innan eitt nú heilsu og trygd við millum 5 og 10 mill. kr. árliga, sum onkursvegna hevur samband við vanliga virksemi hjá Betri Samtakinum.

Men Betri Stuðul er farið av sporinum. Nevndin hevur seinastu árini mælt til at seta fleiri 10-tals milliónir av til Betri Stuðul at útlutað. Og upphæddir heilt upp til 25 mill. kr. eru útlutaðar til einstakar verkætlanir.

Og seinasta árið er virksemi hjá Betri Stuðul farið enn meira av sporinum, tí nú er felagið farið undir at uppsøkja felagsskapir og bjóða teimum stuðul, uttan at tey yvirhøvur hava søkt. Og fyri at gera ilt verri, hava umboðsráðslimir fingið bjóða ókeypis ágóðar, afturfyri at latað stuðul til slík endamál. Eg ivist í um hetta yvirhøvur er lógligt, men í øllum førum tykist mær hetta sera ódámligt.

Hetta er farið yvir til at verða ein formur fyri “populismu”, av ringasta slag, við peninginum sum tryggingartakaranir í veruleikanum eiga ella hava goldið ov nógv inn í felagið gjøgnum árini.

At Betri stuðlar við smærri upphæddum upp ti 5-10 millíonir tilsamans árliga, er eftir mínum tykki í lagið. Men at útlutað 10-tals milliónir hvørt ár av peningi sum limirnir í felagnum eiga, er bara ikki í ordan.

Men hetta er eisini ein avleiðing av, at myndugleikarnir nokta Betri Samtakinum at útlutað hendan peningin til limirnar, heldur enn at útlutað tær til tilvildarligar móttakarar, sum nú ikki eingang nýtast at søkja um stuðul.

Felagið kann eisini takað í egnan barm
Tað er tó ikki orsøk til bert at áleggja myndugleikunum ábyrgdina fyri, at limirnir í Betri Samtakinum ikki fáa tann ógóða tey av røttum kundu fingið.

Tað frættist herfyri, at einans 4% av íløgunum hjá Betri Pensjón eru sett í føroysk virðisbrøv. Helst er støðan ikki nógv annarleiðis hjá hinum dóttirfeløgunum og hjá móðirfelagnum í Betri Samtakinum.

Avkastið av peninginum sum seinastu mongu árini er settur í útlendsk virðisbrøv, hevur verið sera lágt.

Hinvegin hava vit ein føroyskan búskap sum hevur blóma, har stórar íløgur eru gjørdar í eitt nú vindorku, ferðavinnu, bústaðarbygging og framleiðsluvinnuna. Og Føroyar hava minst líka høga um ikki hægri rating hjá Moody, enn í fleiri londum har kapitalurin verður plaseraður.

Nú ið Betri Samtakið er yvirkapitaliserað í so stóran mun sum talan er um, so átti felagið at sett munandi meira pening í føroysk virðisbrøv og vinnugreinar, enn gjørt er higartil.

Nýggja kós
Tað einasta rætta er at broyta kós, soleiðis at fyrst og fremst limirnir, men eisini føroyska samfelagið, fáa ágóðan av kapitalyvirdekninginum í Betri Samtakinum, gjøgnum útlutan til limirnar og íløgur í føroysk virðisbrøv og vinnulív.

Tað krevur at myndugleikarnir ikki seta serliga avmarkingar fyri, hvussu stórt vinningsbýtið Betri kann rinda til sínar limir.

Og tað krevur at Umboðsráðið gevur nevnd og leiðslu ein greiðan boðskap um at endurskoða sítt íløguvirksemi, kapitalstrukturin í felagnum og virksemi hjá Betri Stuðul.

Argir 19. sep. 2023
Jákup Egholm Hansen,
umboðsráðslimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo