Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Gitte Klein, sum umframt Fólkaheilsuráðið nú eisini umboðar Kringvarpið, sigur á VP í kvøld, at sætta frágreiðingin hjá UNESCO ”The Global Education Monitoring Report - Technology in education: A tool on whose terms?" er rætt endurgivin í Kringvarpinum, tá sagt verður at UNESCO bannar tílíkum telefonum í skúlunum.

So sigur Gitte, at “…men Birgir fær ikki við, at UNESCO finst at, at tað ikki eru lærarar, sum seta dagsskránna í mun til tøkni í skúlum. Ístaðin eru tað stóru tøknifyritøkurnar, ið hava marknaðarført glitrandi tøknina og ávirkað tey, ið vara av skúlum, til at keypa tøkni inn í stórum stíli.”

Nú kann vera so ymiskt, hvussu vit lesa, men um Gitte dittaði sær at lesa tann bloggin, eg skrivaði um somu frágreiðingina, tann dagin hon kom út, og sum Gitte nú reagerar uppá, so hevði Gitte kanska varnast hetta drúgva brotið, sum handlar júst um tað evnið, Gitte eftirlýsir og tí heldur, at eg man hava gloymt burtur og ikki fingið við:

”Hóast stuðlað av grunninum hjá Bill og Melindu Gates viðger frágreiðingin hjá UNESCO ójavnan í heiminum, atgongdina til tøkni og at óviðkomandi partar uttanfyri skúlaskipanina, sleppa at orða regluverk fyri at brúka tøkni í skúlanum. 

Sagt verður: In asking ‘A tool on whose terms?’, the Report shows that regulations for technology set outside of the education sector will not necessarily address education’s needs. 

Niðanfyri havi eg umsett samandráttin, short summary, fremst í frágreiðingini, ið setir sær spurningin: Can technology solve the most important challenges in education?

Heitið á kanningini er ”A tool on whose terms?”.

Við hesum heiti vísir kanningin, at regluverk fyri tøkni, sum ikki eru blivin til í útbúgvingarverkinum, men uttanfyri, ikki neyðturvuliga seta sær fyri at møta tí tørvi, sum er á útbúgving.”

Sitat liðugt.

Vónandi er hetta nú komið upp á pláss. 

Birgir Kruse

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo