Landsbankin: Í nýggjastu brúkarakanningini hjá Hagstovuni sæst, at føroysku húsarhaldini framvegis hava treysti.
Mynd 1 (niðanfyri) vísir brúkarakanningina hjá Hagstovuni frá juni 2023. Her sæst, at føroysku húsarhaldini framvegis hava treysti. Samanborið við kanningina frá í januar 2023, eru húsarhaldini í hesi kanning frá juni mánaði vorðin eitt vet meira bjartskygd um sína egnu fíggjarstøðu komandi árið, um arbeiðsloysið og búskaparstøðuna sum heild í Føroyum.
Sambært brúkarakanningini hava húsarhaldini treysti, og kann tað møguliga skyldast, at tey ikki eru stúrin fyri at missa arbeiðið, nú arbeiðsloysið er so mikið lágt. Hetta merkir, at allarflestu arbeiðsførir føroyingar eru í starvi, og tað ger, at húsarhaldini kunnu varðveita eina ávísa nýtslu.
Føroysku peningastovnarnir greiða somuleiðis frá, at húsarhaldini sum heild eru betri fyri, enn tey vóru eftir fíggjarkreppuna í 2008. Sambært peningastovnunum eru tað bert eitt vet fleiri húsarhald, sum higartil í 2023 hava biðið um skáar, samanborið við undanfarnu árini, og at trotini ikki eru størri, enn tey plaga at vera. Tó slepst ikki undan, at summi húsarhald, sum longu frammanundan rentuhækkingarnar høvdu ilt við at fáa endarnar at røkka saman, fara at koma í eina uppaftur verri fíggjarligari støðu, um rentan hækkar enn meira.
Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo